TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens við Halli Hanssyni á vøllinum allan dystin og Esbjerg.
Heimaliðið, AC Horsens vann ein tepran 1-0 sigur, har Esbjerg hevði nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær minst eitt stig.
Íslendski áleyparin, Kjartan Finnbogason gjørdist stóra hetjan hjá heimaliðnum, tá hann skoraði sigursmálið. Á upptøkuni sæst eisini, at Hallur Hansson ímóti dystarenda hevði eitt gott gjøgnumbrot, og eina góða roynd á málið hjá Esbjerg.
Tað er YouTube rásin hjá AC Horsens, sum hevur lagt hæddarpunktini frá dystinum út á YouTube.