Video: HB vann 5-0 á B71

Her eru málini frá dystinum í Løgmanssteypinum millum B71 og HB

HB var gestur á Sandi mikukvøldið og vunnu ein favorittsigur. Gestirnir høvdu leikliga yvirvág alla tíðina, men í fyrra hálvleiki eydnaðist tað bara at skora eitt mál, sum Stefan Radosavljevic skoraði í 18. minutti.

 

Jákup L. Thomsen átti uppleggið til 1-0 málið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði HB fýra mál í 12 minuttir, og so endaði tað 5-0. Jákup L. Thomsen skoraði tvey mál í fimm minuttir og vísti, at hann av álvara er komin fyri seg eftir langan skaðasteðg. Michal Przybylski og Hørður H. Askham skoraðu hvør sítt mál.

 

Hjá B71 var einki at síggja til toppskjúttan Clayton Soares. Bjarti Vitlis Mørk vardi HB málið, meðan Teitur Matras Gestsson sat á beinkinum. Millum hinar á beinkinum vóru Daniel Johansen, René S. Joensen og Mikkel Dahl, og so Adrian Justinussen og Bartal Wardum, ið vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.

 

Í hálvfinaluni skal HB spæla ímóti NSÍ. Hin hálvfinalan verður millum Víking og B36.

 

##med2##

 

Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið:

 

B71 – HB 0-5 (0-1)

 

0-1: Stefan Radosavljevic 18.

 

0-2: Jákup L. Thomsen 65.

 

0-3: Jákup L. Thomsen 70.

 

0-4: Michal Przybylski 73.

 

0-5: Hørður H. Askham 77.

 

Dómari: Rani A. Skaalum

 

B71: Klæmint Olsen – Klayver Nascimento, Alvi Jespersen, Brian Okpala, Marcus Clementsen, Gunnar Lydersen, Bogi Hentze, Joel Vazquez (Hans Oddson Hentze, 71.), Tijani Mohammed (Bjørgfinnur Winther, 78.), Suni Herman Petersen, Jonas Warner (Bogi J. Petersen, 78.)

 

Gult kort: Suni Herman Petersen

 

Venjari: Richard Goffe

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Heri Hjalt Mohr (Bartal Wardum, 46.), Hørður H. Askham, Ási Dam – Pætur J. Petersen, Dan í Soylu, Stefan Radosavljevic (Lukas G. Giessing, 75.), Michal Przybylski – Hilmar Leon Jakobsen, Jákup L. Thomasen, Áki D. Samuelsen (Adrian Justinussen, 67.)

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Kevin Schindler