Video: Fyrstu brellbitarnir av TROM

Viaplay vísir eitt petti av føroysku røðini

Nú hevur Viaplay lagt trailaran út fyri sendirøðina TROM, sum er tikin upp í Føroyum. Higartil hava vit ikki sæð livandi myndir frá sendirøðini, men tað sleppa vit nú - og tað sær sera spennandi út.

 

Tað verður 13. februar, at til ber hjá almenninginum at síggja sendirøðina, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað, á Viaplay.

 

TROM byggir á krimisøgur hjá Jógvani Isaksen. Røðin snýr seg um Hannis Martinsson, sum leitar heim aftur til Føroya, eftir at ein kvinna, sum sigur seg vera dóttur hansara, heldur seg vera í lívsvanda. TROM er í seks pørtum.

 

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, og aðrar stórar leiklutir hava Maria Rich og Olaf Johannessen.

 

Trailarin sæst her:

 

##med2##