KÍ vann fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið móti NSÍ. Úrslitið bleiv ein knúsandi 4-1 sigur.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
NSÍ fekk eina dreymabyrjan, tá ið Pól Jóhannus Justinussen longu í sjeynda minutti stútaði NSÍ á odda 1-0. Hetta hendi eftir hornaspark. Tað gekk tó bara ein lítil løta, áðrenn Semir Hadzibulic javnaði til 1-1 við einum langskoti.
Nú gekk skjótt. Glóðheiti Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda 2-1 miðsleiðis í fyrra hálvleiki, og 10 minuttir fyri steðgin økti hann til 3-1, tá ið hann umsetti eitt brotsspark, sum Jens Joensen hevði gjørt, til mál.
Seinni hálvleikur var ikki 10 minuttir gamal, tá ið KÍ fekk enn eitt mál. Hesaferð var tað Páll Klettskarð, sum varð sendur avstað og legði KÍ á odda 4-1. NSÍ var í knæ hesa løtuna, men heldur óneyðugt fekk Dávid Langgaard hjá KÍ sítt seinna gula kort stutt eftir.
Hóast NSÍ var í yvirtali í ein hálvan tíma, so høvdu teir ógvuliga ilt við at skapa nakrar vandamiklar støður. KÍ stríddist væl og fekk fult og heilt vart fyri NSÍ, sum eftir 4-1-tap í kvøld nú fær ógvuliga trupult við at spæla seg í steypafinaluna.
Seinna hálvfinalan ímillum NSÍ og KÍ verður spæld við Løkin í Runavík 15. juni.
KÍ – NSÍ 4-1 (3-1)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen, 7.
1-1: Semir Hadzibulic, 15.
2-1: Jóannes Bjartalíð, 26.
3-1: Jóannes Bjartalíð, 35. (br.)
4-1: Páll Klettskarð, 54