Í annaðkvøld verður ársins fótbóltsspælari hjá kvinnum og monnum kosin. Talan er um árliga tiltakið hjá Rás2 og Miðlahúsinum í samstarvi við Fótbóltssambandinum.
Síggj sjónbandabrotið við at trýsta á pílin á myndini
Tiltakið verður størri enn nakrantíð og vónin er at fáa góða undirtøku frá spælarunum, venjarum og øðrum kring fótbóltin. Allar atkvøðurnar frá venjarum, liðskiparum og tíðindafólkum eru nú komnar inn og nú verður talt upp.
Les eisini: Alt um "Ársins Spælara" tiltakið
Seinni í dag verða tilnevningarnar kunngjørdar í Vikuskiftis-Sosialinum og her á In.fo. Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.
Heitið »Ársins ungi spælari« var á fyrsta sinni í 2013. Hetta kom í staðin fyri »Ársins stjørnuskot«, sum var ov torført at definera. Ein ungur spælari er ein, sum hevur U21 landsliðsaldur.
Nýggjur heiður
Tiltakið verður eisini størri á tann hátt, at ein nýggjur heiður verður á skránni. Umframt teir vanligu heiðrarnar, so skal eisini ársins landsliðsspælari hjá monnum finnast. Her er talan um besta spælaran hjá A-landsliðnum hjá monnum fyri HM 2018 undankappingina. Ætlanin er, at komandi ár verður tað ársins landsliðsspælari hjá kvinnum, sum verður kosin, tí tá er undankappingin hjá teimum avgreidd.
Finnast skal:
Ársins spælari
Ársins ungi spælari
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari
Ársins áleypari
Ársins landsliðsspælari hjá monnum
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið