VIDEO: Ísland gav Niðurlondum ein skarpan gang (EM)

(Video) Her er samandrátturin av EM-dystinum Niðurlond-Ísland 27-25 (12-12)

Ísland sum var í okkara EM-undankappingarbólki spældi fyrr í kvøld dyst móti Niðurlondum í bólki F, ið verður leiktur í Innsbrück í Eysturríki.

 

Tær íslendsku góvu Niðurlondum ein skarpan gang. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Niðurlond komu framum 18-14, men tær íslendsku komu sterkt aftur, og tað eydnaðist íslendingum at koma upp á javnleik 22-22. Niðurlond fótaðu sær tó seinastu løtuna og vunnu ein harðvunnan 27-25 sigur.

 

Hini liðini í bólki F eru Týskland og Ukraina. Tey spæla teirra dyst nú.

 

Ísland: Perla Ruth Albertsdóttir 8, Elín Klara Þorkelsdóttir 4, Thea Imani Sturludóttir 3, Steinunn Björnsdóttir 3, Andrea Jacobsen 2, Elín Rósa Magnúsdóttir 2, Þórey Rósa Stefánsdóttir 1,Elísa Elíasdóttir 1, Elín Jóna Þorsteinsdóttir 1.

 

Bjargingar: Elín Jóna Þorsteinsdóttir 15/1, 36,5%. 

 

Niðurlond: Larissa Nüsser 5, Antje Angela Malenstein 5, Dione Housheer 5, Lois Abbingh 3, Merel Freriks 3, Bo van Wetering 2, Inger Smits 2, Zoë Sprengers 1, Sarah Dekker 1.

 

Bjargingar: Yara Ten Holte 12/1, 35,2% - Rinka Duijndam 1, 33,3%.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Niðurlond og Ísland:

 

##med2##