VIDEO: Ísland snávaði móti Sveis í EM-millumbólki 2

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Sveis-Ísland 38-38 (19-19)

Mynd: Ritzau Scanpix

Ísland hevði eina greiða favorittstøðu móti Sveis í EM-millumbólki 2.

 

Men íslendingar livdu ikki upp til favorittleiklutin. Dysturin endaði við javnleiki 38-38. Í steðginum var støðan javnleikur 19-19. 

 

Tá tveir minuttir vóru eftir var Sveis á odda 38-36. Ísland megnaði at javna til 38-38, og fekk eisini seinasta álopið í dystinum. Men tað megnaðu teir ikki at gagnnýta.

 

Elliði Snær Viðarsson (myndin) og Orri Freyr Þorkelsson vóru við átta málum hvør toppskjúttar hjá Íslandi. Noam Leopold var við sjey málum toppskjútti hjá Sveis.

 

Nú hevur Ísland brúk fyri, at Slovenia vinnur á Kroatia fyri at hava eitt gott útgangsstøðið undan seinasta dystinum móti Slovenia í morgin.

 

Ísland hevur fimm stig. Svøríki, Slovenia og Kroatia hava fýra stig hvør. Sveis hevur tvey stig fyri tveir javnleikir, og Ungarn er aftast við einum stigi. 

 

HER er skráin fyri millumbólk 2:

 

23. januar: Ísland – Kroatia 29-30

 

23. januar: Sveis – Ungarn 29-29

 

23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35

 

25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32

 

25. januar: Ísland – Svøríki 35-27

 

25. januar: Sveis – Kroatia 24-28

 

27. januar: Sveis – Ísland 38-38

 

27. januar: Slovenia – Kroatia, kl. 17.

 

27. januar: Svøríki – Ungarn, kl. 19.30.

 

28. januar: Slovenia – Ísland, kl. 14.30.

 

28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.

 

28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Sveis-Ísland 38-38 (19-19):

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix