Video: Jóan Símun brendi góðan málmøguleika

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum OB-Silkeborg 3-1 (1-1) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá play off dystinum millum OB og Silkeborg í donsku superliguni.  Dysturin var spældur í Odense ígjár.

 

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni, tá lið hansara OB vann 3-1 á Silkeborg í tí fyrra av tveimum play off dystum um at sleppa at spæla um sjeynda plássið, sum gevur rætt til at spæla ein play off dyst um at sleppa í Europa League.

 

 

Jóan Símun Edmundsson var skiftur út tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum. Á videobrotinum sæst ein stórur málmøguleiki Jóan Símun hevði í fyrra hálvleiki. Mathias Greve og Anders K. Jacobsen komu inn fyri Jens Jakob Thomasen og Jóan Simun Edmundsson tá støðan var 1-1, og tað hjálpti hjá heimaliðnum. Mathias Greve legði OB á odda 2-1 stutt aftaná hann var komin á vøllin, og løtu seinni staðfesti Rasmus Festersen sigurin fyri OB.

 

 

3-1 sigurin merkir, at OB hevur eitt gott útgangsstøðið til returdystin, sum verður í Silkeborg komandi týskvøld. Vinnur Silkeborg 2-0, so koma teir víðari til play off dystirnar um sjeynda plássið uppá fleiri mál á útivølli. Vinnur Silkeborg hinvegin 4-2, so kemur OB víðari uppá fleiri mál á útivølli.

 

 

OB - Silkeborg IF 3-1 (1-1)

18. min. 1-0 Rasmus Jönsson

34. min. 1-1 Nicklas Helenius

68. min. 2-1 Mathias Greve

76. min. 3-1 Rasmus Festersen

 

 

Í hinum play off dystinum vann Randers FC fyrradagin 2-0 á AaB í Ålborg, og hevur felagið hjá Brandi H. Olsen sostatt eitt gott útgangsstøðið til returdystin, sum verður í Randers mánakvøldið.