Oddaliðið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Valur var fyri óvæntaðum tapi ígjár tá teir taptu 1-2 fyri botnliðnum, Akranesi á útivølli.
Valur gjørdi sjálvmál tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá 20 minuttir vóru farnir økti Akranes til 2-0.
Kaj Leo í Bartalsstovu slapp á vøllin tá 60 minuttir vóru farnir, og hann gjørdi veruliga mun.
Beint undan Akranes økti til 2-0 hevði Kaj Leo eitt rimmar skot, ið tíverri rakti stongina. 10 minuttir seinni hevði Kaj Leo aftur eitt gott skot frá 15 metra fjarstøðu, og tá sat bólturin hegnisliga í netinum.
Beint undan leikloki hevði Kaj Leo aftur eina góða roynd, og eftir tað rakti Patrick Pedersen hjá Vali stongina, so valsmenn høvdu ikki eydnuna við sær.
Morgunblaðið skrivar, at Kaj Leo er vorðin deyðatroyttur av at sita á beinkinum, og hann vísti ta løtuna hann var á vøllinum, at hann var sera tendraður, og spældi í mun til aðrar valsmenn sera væl.
Hetta er fyrstu ferð síðani 12. juni, at Kaj Leo fær nakað av nevniverdari spælitíð.
Valur er framvegis oddalið við 27 stigum. Víkingur Reykjavík hevur 23 stig og Breiðablik hevur 22 stig. Breiðablik hevur tó leikt tveir dystir færri enn Valur.
Í kvøld klokkan 20.15 taka Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH móti Fylkir á heimavølli. Valur tekur móti Bodø/Glimt í Europa Conference League undankappingini komandi hóskvøld.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum Akranes og Val: https://www.visir.is/k/b6ca0602-5f7f-4f41-9c8f-4cdcff40994c-1626549098851
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/b6ca0602-5f7f-4f41-9c8f-4cdcff40994c-1626549098851" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>