Video: Kendur rappari ”avrættar” Trump

Umstríddi amerikanski rapparin Snoop Dogg hevur gjørt nýggja tónleikavideo, sum veruliga er komin í andglettin.

Orsøkin er, at ein maður, sum líkist amerikanska forsetanum Donald Trump og í videoini verður kallaður Ronald Klump, verður illa viðfarin og at enda "skotin".

Trump forseti er í øðini um videolagið og hevur skrivað um tað á Twitter:

- Kunnu tit ímynda tykkum ramaskríggini, um Snoop Dogg, við síni kiksaðu karrieru, hevði peikað eitt vápn ímóti Obama forseta og skotið hann? Fongsul!

Trýst á pílin í myndini omanfyri og hygg eftir umstrídda videolagnum hjá Snoop Dogg.