Føroyska U21 landsliðið í hondbólti er komið heim aftur, eftir at hava luttikið í HM endaspælinum í Algeria. Á túrinum hevur in.fo givið lesarunum ein sýnisglugga, sum vísir hvat hendir handa leiktjøldini.
Les eisini: Fyrri partur av rundferðini
Á einum slíkum túri sjálvandi eisini nógv skemt. Stóra bretska sjónvarpsstøðin, Sky Sports hevur fleiri ferðir roynt seg við einum innslagið, sum tey rópa “teammates”. Har fær ein ella tveir spælarar spurningar, har teir so skulu siga hvør í hópinum passar best til lýsingina.
Les eisini: Seinni parturin av rundferðini
Hesa ferð eru tað vestmenningurin Áki Egilsnes og strandingurin Kjartan Johansen, sum eru gestir. Teir flenna ikki altíð so nógv, men tónin er speiskur. Her er seinni partur av “Liðfelagar – U21 landsliðið í hondbólti”.
Les eisini: Teis og Rói í "Liðfelagar"
Tað kann viðmerkjast, at Helgi Hoydal er myndamaður. Hann verður rakur av fleiri skotum í hesum innslagnum.