Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik hava í kvøld ein gyltan møguleika at vinna seg víðari í Champions League undankappingini.
Klæmint spældi allan dystin, tá Breiðablik við einum drønskoti hjá Damir Muminovic tryggjaði sær ein 1-0 útisigur móti írsku meistarunum, Shamrock Rovers.
Sambært veddingarfyritøkunum hevur Breiðablik eina lítla favorittstøðu í dystinum, har javnleikur er nóg mikið at tryggja teimum samlaða sigurin.
Dysturin á Kópavogsvøllinum byrjar í kvøld klokkan 20.15.
HER ber til at síggja ótrúliga vakra sigursmálið hjá Breiðablik í útidystinum móti Shamrock Rovers:
##med2##