Kosovo liggur væl fyri í okkara Nations League bólki at vinna seg víðari til hálvfinalurnar aftaná ein 5-0 stórsigur á Malta á útivølli.
Kosovo kann við sigri ella javnleiki ímóti Aserbadjan á heimavølli týskvøldið klokkan 19.45 tryggja sær bólkasigurin. Kosovo hevur 11 stig, Aserbadjan hevur níggju stig, Føroyar hava fýra stig og Malta hevur tvey stig. Malta og Føroyar spæla botnfinalu á Malta týskvøldið klokkan 19.45. Tróndur Arge sigur frá dystinum millum Malta og Føroyar á FM1.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tey fimm málini Kosovo fekk ímóti Malta.
Malta-Kosovo 0-5 (0-1)
0-1 Vedat Muriqi (15.)
0-2 Benjamin Kololli (70.)
0-3 Donis Avdijaj (78.)
0-4 Donis Avdijaj (80.)
0-5 Milot Rashica (86.)