VIDEO: Løgnasti innmarsjurin til ein fótbóltsdyst nakrantíð

(Video) Barna Busai, sum spælir í ungarsku 4. deild hevur ein innmarsj sum er ringur at taka

Til í dag hevði nærum eingin fótbóltsfjeppari hoyrt um 33 ára gamla ungaran, Barna Busai, sum spælir við ungarska 4. deildarliðnum, Felsotarkany. Men tað er vent í holuni við tí, og nú ferðast eitt videobrot víða við Barna Busai, sum gongur sína sigursgongd á internetinum

 

Eisini í ungarsku 4. deild er vanligt við einum innmarsji til dystir. Men Barna Busai gongur ikki í takt tá spælararnir hjá liði hansara, Felsotarkany skulu gera ein innmarsj til ein dyst í ungarsku 4. deild.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj kraftoriginala innmarsjin hjá Barna Busai, sum neyvan hevur sín líka í heiminum.