VIDEO: Leikvøllur í Manchester til 100.000 áskoðarar

(Video) Her sæst ein filmur um Nýggja Trafford leikvøllin í Manchester

Tey tora væl í Manchester United. Liðið hevur ikki ligið so illa á stigatalvuni í bestu ensku fótbóltsdeildini síðani 1990.

 

Kortini hava fólkini handan felagið almannakunngjørt eina byggiætlan til ein nýggjan leikvøll, ið skal hýsa 100.000 áskoðurum. Tað eru 26.000 fleiri enn núverandi maksimum kapasiteturin.

 

Nýggi leikvøllurin skal byggjast við síðunar av núverandi Old Trafford leikvøllinum, ið var tikin í brúk í tí Harrans ári 1910.

 

Síðani ameriska Glazers-ættin gjørdust ánarar av felagnum er leikvøllurin tó misrøktur, har talan hevur verið um bæði lekar og rottur o.a. misrøktsavleiðingar.

 

HER sæst ein filmur har nýggi leikvøllurin verður presenteraður:

 

##med2##