VIDEO: Málini í ótrúliga 5-4 sigrinum hjá Breiðablik á Fram

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Breiðablik-Fram 5-4 (3-1)

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Bestudeildini ígjár, har Breiðablik vann 5-4 á Fram aftaná ein minniligan dyst.

 

Patrik Johannesen økti til 2-0, og Klæmint A. Olsen, ið fekk debut í Bestudeildini skoraði sigursmálið við einum góðum stútara, tá meir enn 95 minuttir vóru farnir.

 

Klæmint kom á vøllin fyri Patrik tá 82 minuttir vóru farnir, og hann brúkti sínar fyrstu minuttir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini væl. 

 

Breiðablik 5 - 4 Fram

 

 1-0 Stefán Ingi Sigurðarson ('4)

 

 2-0 Patrik Johannesen ('24)

 

 3-0 Stefán Ingi Sigurðarson ('28)

 

 3-1 Guðmundur Magnússon ('42)

 

 3-2 Már Ægisson ('52)

 

 4-2 Stefán Ingi Sigurðarson ('53)

 

 4-3 Fred Saraiva ('61)

 

 4-4 Magnús Þórðarson ('76)

 

 5-4 Klæmint Andrasson Olsen ('96)