Í EHF European League vann Sävehof í gjárakvøldi 30-29 á spanska La Rioja, og átti Elias Ellefsen á Skipagøtu sín stóra lut í sigrinum við at skjóta ikki færri enn 10 mál. Elias skoraði tey 10 málini uppá 13 málroyndir. Sum vant legði Elias eisini upp til fleiri mál hjá viðleikarunum.
Sigurin merkir, at Sävehof er nummar tvey í bólkinum við 10 stigum, sama stigatali sum kroatiska liðið, Nexe. Týska stórliðið, Magdeburg er á odda í bólki C við 13 stigum.
La Rioja hevur fimm stig, Gorenje úr Slovenia hevur trý stig, og aftast er franska liðið, Aix við bert einum stigi.
Hetta merkir, at Sävehof endar millum fýra tey ovastu liðini í bólkinum, og hevur vunnið seg víðari í kappingini.
Tó er týdningarmikið fyri styrkismetingina at enda so ovarliga sum gjørligt í bólkinum.
1. mars spælir Sävehof sera torføran útidyst móti Magdeburg.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum, njótið vøkru málini og finturnar hjá Eliasi:
##med2##