VIDEO: Mikkjal og AIK vunnu rokmikla lokaluppgerð

(Video) Síggj málini og rokið frá dystinum Djurgården-AIK Stockholm 0-2 (0-1)

Seinnapartin vann Mikkjal K. Thomassen triðja dystin á rað í bestu svensku fótbóltsdeildini við AIK Stockholm.

 

Í dag vann Mikkjal sum venjari hjá AIK mest prestisjutunga dystin higartil í bestu svensku deildini við 2-0 útisigri á lokala arvafíggindanum, Djurgården á Tele 2 leikvøllinum.

 

Við góðum langskotsmálum syrgdu Bersant Calina seks minuttir undan steðginum, og Rui Modesto í 63. minutti fyri sigrinum hjá AIK.

 

Aftaná 1-0 málið og feiringina hjá AIK leikarunum bleiv rok, har bæði hjálparvenjarin hjá AIK, Henok Goitom og venjarin hjá Djurgården, Kim Bergstrand fingu reyða kortið í øllum rokinum.

 

Móti endanum bleiv dysturin aftur avbrotin tá fýrverk var skotið inn á vøllin. Men tað endaði lukkuligt hjá Mikkjali og hansara monnum við 2-0 sigri.

 

AIK er nú nummar átta í deildini við 29 stigum. Seks stig eru upp til Hammarby á øðrum plássinum, so tað gongur rætta vegin hjá AIK nú.

 

26.225 áskoðarar vóru til dystin á Tele 2 leikvøllinum í Stokkhólmi. 

 

HER ber til at síggja málini og rokið sum var undir dystinum Djurgården-AIK 0-2 (0-1):

 

##med2##

 

Komandi mikudag klokkan 17.30 spælir AIK á útivølli dyst í svensku steypakappingini móti Kubikenborg úr fjórðbestu deildini.

 

Komandi sunnudag klokkan 15.30 er aftur lokaluppgerð í bestu deildini. Tá tekur AIK móti Brommapojkarna á heimavølli. 

 

##med3##