Video: Noreg skrivaði søgu

(Video) Síggj hvussu tað sá út, tá norska manslandsliðið í hondbólti spældi seg í HM finaluna

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá tí ótrúligu HM hálvfinaluni millum Noreg og Kroatia, sum var spæld í París í kvøld.

 

Longd leiktíð, tvær ferðir fimm minuttir máttu til áðrenn dysturin var avgjørdur. Noreg vann 28-25, men í seinna hálvleiki í vanligu leiktíðini stóð á gomlum nøglum hjá norðmonnum. Norðmenn vóru á odda 12-10 í steðginum, men kroatar vóru væl betri í seinna hálvleiki. Í teimum seinastu sekundunum av vanligu leiktíðini fekk Kroatia tillutað eitt brotskast við støðuna 22-22. Zlatko Horvat kundi senda Kroatia í HM finaluna, men við einari ótrúligari bjarging tryggjaði 22 ára gamli norski málverjin, Torbjørn Bergerud Noreg longda leiktíð. Í longdu leiktíðini drógu norðmenn longra stráið, og eru nú í síni fyrstu endaspælsfinalu nakrantíð í manshondbólti.

 

Bjarte Myrhol gjørdist toppskjútti hjá Noregi við seks málum. Kristian Bjørnsen skeyt fimm mál. Zlatko Horvat gjørdist toppskjútti hjá Kroatia við seks málum.

 

Noreg spælir HM finaluna ímóti Fraklandi í París klokkan 16.30 sunnudagin. Fraklendingar eru favorittar, men nú vita norðmenn, at einki er ómøguligt.