VIDEO: Noreg vann stórsigur á Sveis í EM-millumbólki 2

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Sveis-Noreg 24-40 (13-24)

Noreg hevur vunnið EM-millumbólk 2 við fullum stigatali, og tær norsku taka Danmark við sær til EM-hálvfinalurnar.

 

Í Wien í kvøld vann Noreg stórsigur 40-24 á Sveis. Í steðginum vóru tær norsku á odda 24-13.

 

Sanna Solberg-Isaksen og Emilie Hovden vóru toppskjúttar hjá Noregi við fimm málum hvør. Tabea Scmid var toppskjútti hjá Sveis við sjey málum.

 

Fyrr í dag vann Danmark 30-26 (15-13) á Niðurlondum, og Týskland vann 35-16 (17-11) á Slovenia.

 

Noreg hevur 10 stig og Danmark hevur átta stig. Niðurlond hava seks stig, Týskland hevur fýra stig, Slovenia tvey stig, og aftast er Sveis við ongum stigi.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá norska stórsigrinum á Sveis:

 

##med2##