NSÍ tapti í gjár 3-1 fyri B36. Leikliga mundi sigurin vera á góðari leið, men tað eru tvær støður í dystinum, sum havi verið umtalaðar aftaná.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja umtalaðu støðurnar
Tað fyrra er brotssparkið, sum B36 fær við støðuni 1-0. Per Langgaard verður dømdur at hava felt Jákup á Borg inni í brotsteiginum. Tó kann kjakast um Jákup á Borg er innanfyri, tá hann verður feldur.
Les eisini: (Video) Samandráttur frá B36-NSÍ 1-3
Seinna støðan er verri at meta um. Tað er tá Klæmint A. Olsen heldur seg hava javnað til 2-2 tíðliga í seinna hálvleiki, men hjálpardómarin dømir fyri at bólturin hevur verið aftanfyri baklinjuna.
B36-NSÍ 3-1 (2-1)
1-0: Sebastian Pingel 1.
2-0: Róaldur Jakobsen br 21.
2-1: Klæmint A. Olsen 45.
3-1: Lukasz Cieslewicz 60.
Dómari: Petur Reinert
B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Jákup á Borg (Høgni Eysturoy, 75.), Lukasz Cieslewicz, Gestur Bogason Dam (Pætur Petersen, 82.) - Sebastian Pingel (Jógvan Skeel Nolsøe, 15.)
Gult kort: Høgni Madsen
Venjari: Eyðun Klakstein
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo – Johan Jacobsen, Petur Knudsen (Hans Marius Davidsen, 75.), Heini Mourits Mortensen, Jann Benjaminsen (Jonleif Højgaard, 71.) – Árni Frederiksberg (Andri Benjaminsen, 88.), Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
Gult kort: eingin
Venjari: Anders Gerber