Í gjár var 12. umfar í landskappingini hjá monnum í fótbólti. Grannauppgerðin á Svangaskarði millum B68 og NSÍ endaði við einum 0-2 sigri til útiliðið NSÍ.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
NSÍ legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá Andy Olsen legði NSÍ á odda úr skjótálopi. B68 royndi at trýsta stóran part av seinna hálvleiki, men móti leikgongdini í seinna hálvleiki eydnaðist tað NSÍ at økja um leiðsluna. Tað var Árni Fredriksberg, ið skoraði seinna málið fyri NSÍ.
Les eisini: Samanumtøka av 12. umfari
NSÍ eltir nú heiðursmerki, meðan B68 er í somu støðu í botnstríðnumm, tí AB og Skála taptu somuleiðis.
Les eisini: Video: Framúr mál í KÍ sigri
B68 - NSÍ 0-2 (0-0)
0-1 Andy Olsen, 59.
0-2 Árni Fredriksberg, 78.