VIDEO: Patrik og Pætur eru við í stuttligum lýsingarfilmi

(Video) Íslendska Besta deildin hevur aftur í ár gjørt ein stuttligan lýsingarfilm undan kappingarbyrjan

Í fjør var Gunnar Nielsen við í einum stuttligum lýsingarfilmi fyri Bestu Deildina í Íslandi, sum fremsta fótbóltsdeildin í Íslandi eitur.

 

Í ár eru Patrik Johannesen hjá Breiðabliki og Pætur J. Petersen hjá KA slopnir upp í part, tá staðfest verður í lýsingarfilminum: "Phetta er Besta deildin, ekki Betrideildin", og so síggjast Patrik og Pætur saman við nøkrum fjepparum við Merkinum løtuna aftaná í lýsingarfilminum. Patrik og Pætur svara so skjótt: "Besta Deildin" við føroyskari úttalu.  

 

Besta Deildin byrjar 2. páskadag, 10. apríl.

 

Klæmint A. Olsen er eisini í hópinum hjá Breiðabliki. 

 

Í lýsingini eru eisini legendariski frásøgumaðurin, Gummi Ben og fleiri onnur, ið eru kend í íslendskum fótbólti.

 

Lýsingarfilmurin sæst her - Patrik og Pætur síggjast við ein minutt og 33 sekund:

 

##med2##