Almenna YouTube-rásin hjá EHF, Eurohandball hevur lagt út ein samandrátt av seinnu EHF European League áttandapartsfinaluni millum Skanderborg Århus og Granollers úr Spania.
Aftaná 34-32 sigur á útivølli tapti Skanderborg Århus í kvøld 25-30 fyri spanska liðnum, Granollers á heimavølli. Granollers vunnu sostatt ein samlaðan 62-59 fjórðingsfinalusigur. Í steðginum var Granollers á odda 16-13. Tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 27-25 til Granollers, og samlað javnleikur 59-59. Men seinastu minuttirnar gekk av skriðuni. Granollers skoraðu trý mál og tryggjaðu sær ein samlaðan sigur.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum:
##med2##