THW Kiel hevur spælt 11 dystir í týsku bundesliguni hetta kappingarárið, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur longu heili 127 málstig.
Elias hevur skotið 91 mál, og hann hevur lagt upp til 36 mál.
Elias skoraði fyrr í dag heili 14 mál, og hann legði eisini upp til fýra mál (assist), tá THW Kiel í Wonderino høllini í Kiel vann 43-25 (24-22) á Bergischer.
DYN Handball hevur gjørt ein eitt sindur longri samandrátt frá dystinum, har ein hugtikin frásøgumaður setur orð á flottu málini hjá Eliasi. Tað sæst her:
##med2##











