GOG vann mikukvøldið stórsigur 37-22 á HØJ í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini, sum var spældur í Farum Arena. Longu í steðginum var alt avgjørt. Tá var GOG á odda heili 20-7.
Tað lá væl fyri hjá Óla Mittún, ið skoraði seks mál, og hann legði eisini upp til eitt mál, og vann liðnum eitt brotskast. Frederik Bjerre var við 10 málum toppskjútti hjá GOG.
HER ber til at síggja hæddarpunkt hjá danska TV2 frá dystinum. Eitt gott mál hjá Óla sæst í samandráttinum.
Komandi mikudag klokkan 18 verður føroyingauppgerð í Svendborg Arena. Tá koma Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg á vitjan.











