Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin er í einari beinharðari kapprenning við verandi meistararnar, Magdeburg og Melsungen um at vinna týska meistaraheitið, nú bert tvey umfør eru eftir av kappingini.
Füchse Berlin er fremst við 54 stigum, Magdeburg hevur 53 stig og Melsungen hevur 52 stig.
Berlinararnir vunnu í dag stórsigur 35-20 (16-12) á Stuttgart á útivølli. Hákun gjørdi veruliga vart við seg við at skjóta fimm mál í seinna fyrra hálvleiki.
Hóskvøldið klokkan 18 taka Hákun og liðfelagarnir móti Gummersbach í Max Schmelling høllini í Berlin.
HER ber til frá Youtube-rásini, Siggi_Channel at síggja tey fimm málini Hákun skoraði móti Stuttgart:
##med2##