Aftaná fýra ár í sessinum, og ógvuliga misjøvn úrslit fekk norski fótbóltslandsliðsvenjarin, Per Mattias Høgmo í fjør heyst fótin. Lars Lagerbäck hevur nú tikið yvir sessin, og hava norðmenn ógvuliga stórar forvæntningar til svenskaran, sum framdi undur við íslendska fótbóltslandsliðnum.
Per Mattias Høgmo hevði lítla sympati millum norskur fótbóltsfjeppararnar, og tá Noreg datt niðurum Føroyar á FIFA styrkislistanum gjørdist tað ovboðið hjá teimum flestu.
Per Mattias Høgmo hevur tó vunnið fleiri hjørtu aftur við tí sjálvspeiska lýsingarfilminum, sum hann hevur spælt inn saman við gomlu mammu síni, Gerd Høgmo. Lýsingarfilmurin var gjørdur í samband við eina norska sjónvarpsvirðisløn, sum verður nevnd "Gullfisken". Í lýsingarfilminum verður veruliga gjøldur gjørt burturúr vánaligu úrslitunum hjá Per Mattias Høgmo, tá hann var landsliðsvenjari, og avleiðingunum av vánaligu úrslitunum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj stuttliga og sjálvspeiska lýsingarfilmin, har Per Mattias Høgmo setir síni vánaligu úrslit, sum landsliðsvenjari hjá norska landsliðnum í eitt heilt øðrvísi perspektiv.