Soleiðis fekk kapp­ing­ar­neyt­in hjá Matt­iasi bein­leiðis reytt kort

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Tune IF-FC Fredericia 2-4 (1-3)

Mynd: FC Fredericia

Liðið landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge hevur sáttmála við, superligaliðið, FC Fredericia spældi ígjár dyst í donsku steypakappingini móti Tune IF, ið dagliga spælir í Sælandsseriuni, sum er sætta besta fótbóltsdeildin í Danmark.

 

Tí lá ein stórsigur í kortunum, tá liðið úr superliguni, FC Fredericia kom á vitjan hjá Tune IF.

 

Tá 29 minuttir vóru leiktir var Fredericia eisini á odda 3-0. Men so byrjaðu trupuleikarnir so smátt. Og í 33. minutti minkaði Tune um munin til 1-3.

 

Tá ein tími var leiktur økti Fredericia til 4-1, men bert tríggjar minuttir seinni fær nýggi málverjin, enski Etienne Green reyða kortið. Hann fekk beinleiðis reytt kort fyri ein ófantaligan samanbrest við ein álopsleikara hjá Tune. 21 ára gamli Mads Eriksen kom inn at verja málið hjá Fredericia, ið mátti spæla 10 móti 11 monnum restina av dystinum. 

 

HER  ber til frá DBU Oddset Pokalen at síggja hæddarpunktini frá dystinum Tune IF-FC Fredericia 2-4 (1-3). Støðan við beinleiðis reyða kortinum hjá Etienne Green er rættiliga skelkandi.

 

Í 72. minutti megnaði 6. deildarliðið at minka um munin til 2-4, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Fyri 6. deildarliðið, Tune IF var talan um ein moralskan sigur móti einum liði úr superliguni. 

 

Etienne Green hevur leikbann til komandi umfarið í steypakappingini. 

 

Stóri miðilin í Fredericia, Fredericia Dagblad setti hesi orðini á hendingini í samband við beinleiðis reyða kortið hjá Etienne Green: "Målmanden modtog direkte rødt kort, men det værste var, at Tune-spilleren tilsyneladende kom meget galt af sted. Han lå længe og modtog behandling på kanten af FC Fredericias felt, og kampen blev midlertidigt afbrudt i 10 minutters tid. Heldigvis kunne han selv forlade banen - hårdt medtaget, og der blev tilkaldt en ambulance. Det var et dårligt indgreb af Etienne Green, som stadig er ved at finde sine fødder i Fredericia. Han kom ganske hasarderet ud af målet, og det gik galt. Dermed er han karantæneramt i tredje runde af pokalturneringen." Skrivar Fredericia Dagblad.

 

Tune IF-FC Fredericia 2-4 (1-3)

 

0-1 Martin Huldahl (3.),

 

0-2 Oscar Buch (19.),

 

0-3 Patrick Egelund (28.),

 

1-3 Marc Sørensen (33.),

 

1-4 Patrick Egelund (60.),

 

2-4 Anders Dahl (72.). 

 

Mynd: FC Fredericia