Á Monjasa leikvøllinum í Fredericia vann FC Midtjylland sunnudagin stórsigur 4-0 á liðnum hjá Mattiasi H. Lamhauge, FC Fredericia. Miðjútlendingarnir skoraðu tvey mál í hvørjum hálvleiki. Útiliðið hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.
Sambært Soccerstand/Flashscore var Mattias næstbesti leikarin hjá Fredericia. Mattias fekk karakterin 6,6 (av 10). Verjuleikarin, Frederik Rieper fekk 6,7, annars lógu hinir millum 5,2 og 6,4.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Fredericia-FC Midtjylland 0-4 (0-2):
##med2##
FC Fredericia-FC Midtjylland 0-4 (0-2)
0-1 Franculino Dju (29.)
0-2 Cho (35.)
0-3 Mikel Gorgoza (50.)
0-4 Junior Brumado (53.)










