VIDEO: Soleiðis tapti Viborg bólkafinaluna móti Dijon

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Viborg-Dijon 32-33 (15-18)

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældi leygarkvøldið á heimavølli bólkafinaluna í innleiðandi bólki D í EHF European League móti franska liðnum, Dijon.

 

Tað endaði við teprum 33-32 sigri til Dijon, ið var á odda 18-15 í steðginum. Talan er um fyrsta tapið hjá Viborg í innleiðandi bólkaspælinum. 

 

Bæði Dijon og Viborg vinna seg víðari í fjórðingsfinalurnar sum nummar eitt og tvey í bólkinum.

 

Jana skoraði fýra mál, og hon legði eisini upp til fýra mál (assist).

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Viborg og Dijon. Jana við nummar 77 á rygginum sæst skjóta eitt gott mál í hesum samandráttinum:

 

##med2##