Í Max Schmelling høllini eydnaðist tað fríggjakvøldið Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin at vinna 32-31 á rumenska liðnum, Dinamo Bukarest. Tobias Grøndahl skoraði sigursmálið upp á brotskast beint áðrenn hallarlúðurin ýldi. Füchse Berlin var aftanfyri 16-18 í steðginum, og tað leikaði javnt á allan seinna hálvleik.
Hákun var effektivur. Hann fekk fýra málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Füchse Berlin við 11 málum.
Berlinararnir hava fult stigatal í bólki A, átta stig fyri fýra dystir.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 0:34 minuttir sæst Hákun skjóta eitt mál:
##med2##