Í næstseinasta dystinum í bundesliguni hetta kappingaráriðl vann Füchse Berlin á heimavølli greiðan 45-35 sigur á Gummersbach. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 22-15.
Hákun West av Teigum, ið hevur longt sáttmálan við Füchse Berlin til 2028 skoraði fimm mál upp á sjey málmøguleikar.
Füchse Berlin er við 56 stigum eitt stig frammanfyri verandi meistararnar, Magdeburg sum hevur 55 stig.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Füchse Berlin og Gummersbach:
##med2##