Geza og liðfelagarnir í Grimsby møta aftur liði úr Premier League

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby hava ein spennandi dyst á skránni í áttandapartsfinaluni í Liga Cup kappingini

Í ensku Liga Cup steypakappingini hevur liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town sent bæði Manchester United og Sheffield Wednesday úr kappingini.

 

Grimsby hevur rokkið áttandapartsfinalunum, og har bíðar enn ein spennandi uppgáva.

 

Á heimavølli, mikukvøldið 29. oktober klokkan 19.45 skal Grimsby spæla móti Premier League-liðnum, Brentford.

 

Brentford verður greiður favorittur undan dystinum, men Grimsby hevur longu yvirraskað tvær ferðir áður í kappingini við sigrunum á Manchester United og Sheffield Wednesday. Trýstið verður á Brentford.

 

Her er lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Liga Cup:

 

##med2##