Dysturin í okkara EM-undanbólki, bólki 4 millum Portugal og Montenegro endaði við 34-26 sigri til Montenegro. Í steðginum var Montenegro á odda 17-13.
Úrslitið merkir, at Føroyar enda í ringasta føri á øðrum plássinum í bólkinum. Okkara kvinnur eru betri innanhýsis móti Portugal. So sjálvt um bæði Føroyar og Portugal enda á seks stigum hvør, so taka okkara kvinnur annað plássið, og hava harvið vunnið seg til EM-endaspælið.
Hetta er triðja endaspælið á rað, ið føroysku kvinnurnar vinna seg til.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Portugal-Montenegro 26-34 (13-17):
##med2##











