VIDEO: Soleiðis vunnu Elias og liðfelagarnir í Göppingen

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Göppingen-THW Kiel 31-32 (15-13)

Í EWS Arena í Göppingen vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel sunnudagin ein tepran 32-31 sigur á heimaliðnum í dysti í týsku bundesliguni. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13. 

 

Elias skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál.

 

HER ber til frá DYN HANDBALL at síggja ein samandrátt frá tepra sigrinum hjá THW Kiel á Göppingen. Við 0:25 minutt sæst Elias skjóta eitt framúr gott mál:

 

##med2##