VIDEO: Soleiðis vunnu Hákun og liðfelagarnir á Bergischer

Síggj ein samandrátt av dystinum Bergischer-Füchse Berlin 30-34 (12-17)

 Ígjár fekk Hákun West av Teigum veruliga víst sítt virðið fyri Füchse Berlin í útidysti í týsku bundesliguni móti Bergischer.

 

Füchse Berlin vann dystin 34-30, og Hákun skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir. Hákun gjørdist saman við Fabian Wiede næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin. Toppskjútti hjá Füchse Berlin var Lasse Andersson við seks málum.

 

Füchse Berlin var á odda 17-12 á steðginum.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Á samandráttinum sæst eisini eitt gott mál hjá Hákuni. Videobrotið sæst undir yvirskriftini á greinini hjá Kicker, ið er størsti ítróttarmiðilin í Týsklandi. 

 

Füchse Berlin er næstfremst í bundesliguni við átta stigum fyri fýra dystir. 

 

Melsungen, ið vann 35-30 (13-13) á liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel er fremst í bundesliguni, eisini við átta stigum, men við betri málmuni enn Hákun og liðfelagarnir.

 

THW Kiel er nummar fimm í deildini við seks stigum fyri fimm dystir.