VIDEO: Soleiðis vunnu Vilhelm og liðfelagarnir á Eisenach

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Hannover Burgdorf-Eisenach 32-30 (17-14)

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á heimavølli 32-30 á Eisenach í dysti í bundesliguni. Í steðginum vóru Vilhelm og liðfelagarnir á odda 17-14. Talan var bert um annan sigurin hjá Hannover í hesum kappingarárinum.

 

Tað gekk væl hjá Vilhelmi, ið skoraði sjey mál í átta málroyndum, og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Við 1:48 minuttir sæst Vilhelm skjóta eitt gott mál:

 

##med2##