Video: Stórhvalir í Leirvík

Fyrr í dag varnaðust fólk í Leirvík, at fimm stórhvalir høvdu leitað sær inn til gomlu ferguleguna, har teir spældu sær eina løtu.


Ein roynd bleiv gjørd at reka hvalirnar út aftur í Leirvíksfjørð, men endaði tað í staðin við, at stórhvalirnir svumu inn til stóra bátahylin í bygdini. Aðru ferð eydnaðist tað tó at fáa hvalirnar út aftur.


Ein lesari hevur sent okkum hesa upptøkuna av hvalunum, tá teir lógu við ferguleguna.