Video: Sterkt kroatiskt lið vann á Íslandi

(Video) Síggj málini frá dystinum Kroatia-Ísland 2-0 (1-0)

Marcelo Brozovic gjørdist tann stóri munurin millum Kroatia og Ísland á Maximir leikvøllinum í Zagreb, tá Kroatia og Ísland spældu oddadyst í HM undanbólki I. Marcelo Brozovic skeyt bæði málini, tá Kroatia vann 2-0 á Ìslandi. Fyrra málið kom, tá 15 minuttir vóru leiktir, og seinna málið kom heilt ímóti dystarenda.

 

Kroatia var betra liðið, men íslendingar stríddust væl. Kroatar høvdu 11 royndir á íslendska málið, sjey av teimum innanfyri málrammurnar. Ìslendingar høvdu bert tríggjar royndir á málið hjá Kroatia, allar uttanfyri málrammuna. 

 

Í sama bólki vann Turkaland 2-0 ímóti Kosovo. Ukraina og Finnland spæla í Kiev klokkan 19.45 í kvøld. Kroatia hevur 10 stig, Ísland hevur sjey stig. Ukraina hevur átta stig, og kann koma uppá átta stig, um teir vinna á Finnlandi. Turkaland hevur fimm stig. Finnland og Kosovo hava bert eitt stig í part. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum í Zagreb.