VIDEO: Tap í fyrsta dystinum hjá Mikkjali við róðrið í AIK

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum GAIS-AIK Stockholm 2-0 (1-0)

Tað bleiv ein tung byrjan hjá Mikkjali K. Thomassen við róðrið í AIK Stockholm.

 

Í fyrsta dystinum frammanfyri 11.800 áskoðarum á Gamla Ullevi mátti Mikkjal síggja sítt lið tapa 0-2 fyri GAIS.

 

GAIS skoraði fimm minuttir undan steðginum, og aftur tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Svensku miðlarnir staðfesta eina harða byrjan hjá Mikkjali í svenskum fótbólti, men hann fær høvið at reisa seg aftur ólavsøkudag klokkan 18 á heimavølli á Friends Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm. Tá tekur AIK móti júst GAIS á heimavølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum GAIS-AIK Stockholm 2-0 (1-0):

 

##med2##