VIDEO: THW Kiel-Aalborg 18-27 (Samandráttur)

(Video) Síggj hvussu danska málverjulegendan, Niklas Landin stórspældi og søkti sínar gomlu liðfelagar í Kiel

Niklas Landin bjargaði heili 51,35 prosent av málroyndunum hjá THW Kiel, harímillum skotini Elias hevði móti honum. Endin var, at Aalborg vann stórsigur 27-18 í Champions League dystinum í Kiel. Í steðginum var Aalborg á odda 11-6.

 

Kiel er framvegis nummar eitt í bólki A við 10 stigum fyri sjey dystir. Nummar tvey er Aalborg við níggju stigum. Kolstad, PSG og Kielce hava átta stig hvør.

 

Eurohandball hevur sett saman ein samandrátt, ið illustrerar væl hvussu illa danska málverjulegendan fór við sínum gamla liði, THW Kiel sum hann vardi málið hjá millum 2015 og 2023.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball:

 

##med2##