Flogskiparin og stýrimaðurin eru deyðir, eftir at eitt ferðafólkaflogfar rendi saman við eitt akfar á einum av flogbreytunum á LaGuardia flogvøllinum í New York.
Hetta upplýsa keldur, sum kenna til kanningina, fyri sjónvarpsstøðini NBC News.
Myndugleikarnir hava ikki váttað, um nakar fekk skaða í samanstoytinum.
Vanlukkan hendi stutt eftir klokkan 23:30 í gjárkvldið lokala tíð, sum er mánamorgun kl 3:30 føroyska tíð.
Tíðindastovan Reuters skrivar, at talan er um eitt ferðafólkaflogfar hjá Air Canada, sum hevði lent í amerikanska býnum við milliónum, eftir at hava flogið úr Montreal í Kanada.
Sambært ferðafólkalistanum vóru 76 fólk umborð á flogfarinum. Fýra av teimum vóru partur av manningini. Tað upplýsir kanadiska flogfelagið Jazz Aviation, sum er samstarvsfelagi hjá Air Canada, sambært tíðindastovuni AFP.
Flogfarið rakti akfarið við eini ferð uppá næstan 40 kilometrar um tíman. Sambært eftirlitssíðuni FlightRadar24 hendi hetta, tá flogfarið rullaði eftir flogbreytini, sum akfarið fór tvørtur um vøllin.
Sambært fyribils upplýsingum var talan um ein sløkkiliðsbil, sum rendi saman við flogfarinum.
Keldur siga við NBC News, at fleiri fólk eru særd.
Amerikanski miðilin CNN skrivar, at videobrot, sum ganga um á sosialu miðlunum, vísa bjargingarbilar kring flogfarið, hvørs stýrirúm tykist hava fingið skaða.
Hendingin hevur fingið amerikanska loftferðslumyndugleikan at steingja LaGuardia við teirri grundgeving, at talan er um eina neyðstøðu.
Flogvøllurin verður væntandi stongdur til mánadagin kl.14 lokala tíð - kl. 18 okkara tíð, boða amerikansku loftferðslumyndugleikarnir FAA frá sambært Reuters.
Stongsulin er lutvíst í mun til bjargingararbeiðið og lutvíst fyri at kunna kanna hendingina í til botns.
Komandi flogfør hava antin verið víst til aðrar flogvøllir ella eru flogin aftur til har tey komu frá.
##med2##
/Ritzau/












