VIDEO: THW Kiel og Füchse Berlin løgdu fyri við heimasigrum

(Video) Her eru samandráttir frá dystunum THW Kiel og Füchse Berlin vunnu á heimavølli í kvøld

Liðini hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, THW Kiel og Füchse Berlin løgdu fyri í Bundesliguni við heimasigrum.

 

Elias og liðfelagarnir í Kiel vunnu í Wunderino Arena 35-27 (17-15) á Lemgo. 

 

Elias skoraði fýra mál upp á átta málroyndir.

 

Hákun og liðfelagarnir vunnu í Max Schmelling høllini í Berlin 33-31 (17-9) á Melsungen.

 

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. 

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja samandráttir frá heimasigrunum hjá THW Kiel og Füchse Berlin í kvøld:

 

##med2##

 

##med3##