VIDEO: Røðurnar frá móttøkuni fyri Logos Hope (gomlu Norrønu)

(Video) Síggj og hoyr røðurnar hjá Jákupi Godtfred, skipara, Margareth Dalheim Djurhuus, OM-leiðara, Elsu Berg, borgarstjóra, og Bárði á Lakjuni, mentamálaráðharra

Seinnapartin klokkan 16.30 var móttøka á Vestaru Bryggju í Havn fyri Logos Hope - gomlu Norrønu.

 

Havnar Hornorkestur framførdu, og talsterka fjøldin hoyrdi eisini Xperiment og Magna Christiansen.

 

Jákup Godtfred, skipari umborð á Logos Hope, Margareth Dalheim Djurhuus, leiðari fyri OM-Føroyar, Elsa Berg, borgarstjóri og Bárður á Lakjuni, mentamálaráðharri hildu røður.

 

Fólk fáa høvið í vikuskiftinum at vitja skipið, ið hevur eina stóra og umfatandi bókasølu, har ikki bara er talan um kristiligan lesnað. Eisini er kafé opin umborð á Logos Hope, og fólk kunnu melda seg til rundvísingar umborð á skipinum. 

 

HER ber til at síggja og hoyra røðurnar hjá Jákupi Godtfred, Margareth Dalheim Djurhuus, Elsu Berg og Bárði á Lakjuni:

 

##med2##

 

##med3##

##med4##

 

##med5##