Mong hava hoyrt nýggju útgávu av ársins hitti í fjør, »Vanja«. Tað er dreingjabólkurin »All In«, sum hevur tolkað lagið hjá Jákupi Eli Joensen og nú er so eitt videolag klárt.
Sigast kann ikki annað enn, at »All In« livir upp til sítt heitið í videolagnum. Teir fýra, Jóannes Lamhauge, Terji Djurhuus, Dánjal Gomez og Ólavur á Váli Olsen hava fingið Elina Jaocbsen aftrat í videolagnum, meðan Kringvarpsfólkini Jónfinn Stenberg, Rógvi Rasmussen og Kenneth Jørgensen hava filmað saman við Jóannes Lamhauge, sum eisini hevur redigerað.
»Vanja« hjá Jákupi Eli Joensen var nógv at hoyra í føroysku loftmiðlunum í fjør, og gjørdist eisini ársins sangur á Planet Awards. Fyri kortum kveikti spildurnýggi dreingjabólkurin All In lív í sangin aftur, við einari gjøgnumførdari boyband-útgávu av sanginum. Teir smyrja tjúkt upp á í sínari tolking, og tað gera teir sanniliga eisini í videolagnum, sum sært niðanfyri.