Føroyska U17-manslandsliðið hjá monnum er í hesum døgum í Albania fyri at taka lut í einari EM-undankappingar, har mótstøðuliðini í bólki 3 eru Niðurlond, Albania og Kroatia.
Tíðliga í dag spældi føroyska liðið fyrsta dystin í undankappingini móti Niðurlondum.
Niðurlond eru ein sterk fótbóltstjóð, so tað var givið frammanundan, at tað fór at vera torført. Tað bleiv eisini ein 6-0 sigur til niðurlendingar. Tá ein hálvur tími var leiktur var støðan javnleikur 0-0, men 10 minuttir seinni var støðan 3-0 til Niðurlond, ið økti við trimum málum í seinna hálvleiki. Við neyvari verjuspæli kundi tapið verið minni.
Hini bæði liðini Albania og Kroatia leiktu javnleik 1-1. Leygarmorgunin klokkan 10 spæla Føroyar móti Kroatia. Komandi týsdag klokkan 12.30 verður spælt móti vertstjóðini, Albania.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##
##med3##