VIDEO: Upptøkur og samrøður úr Seyðisfirði

(Video) Síggj upptøkur og samrøður frá RÚV, og upptøku hjá Vísir av skriðulopinum á Seyðisfirði

Hetta er sorgardagur hjá okkara frændum í Íslandi.

Undantaksstøða er í dag lýst yvir Seyðisfjørð orsakað av skriðulopi, sum seinnapartin í dag hevur rakt fleiri hús í býnum.

Millum húsini, sum eru farin, hevur skriðulopið eisini rakt eini hús, sum hava staðið á grundini í 113 ár.

Flestu seyðisfirðingar eru rýmdir til kreppuhjálparmiðstøðuna í grannabýnum, Egilsstøðum.

##med2##

HER ber til at síggja upptøkur, samrøður og innsløg, ið íslendska ríkiskringvarpið, RÚV hevur gjørt. Fyrstu 12 minuttirnir eru um sorgarleikin á Seyðisfirði. Samrøða er eisini við íslendsku forsætisráðfrúina, Katrín Jakobsdóttir sum slær fast, at øll íslendska tjóðin og alt Altingið stendur saman við seyðisfirðingum:

##med3##

HER ber til at síggja eina upptøku hjá Vísir/Støð2 av stóra skriðulopinum:

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/ff654437-2f6a-4f7f-8bc7-8685f870b032-1608309447541" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>