VIDEO: Viljormur gjørdi sjálvmál

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Djurgården-Helsingborg 2-2 (1-2)

Viljormur Davidsen spældi 89 minuttir av dystinum tá lið hansara, Helsingborg frammanfyri 14.500 áskoðarum á olympiska leikvøllinum í Stokkhólmi spældi javnleik 2-2 móti Djurgården.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, aftaná Viljormur var farin av vøllinum javnaði Djurgården til 2-2, og sostatt glapp sigurin úr hondunum hjá Helsingborg.

 

Helsingborg fekk annars eina dreymabyrjan uppá dystin. Tá 21 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki hevði Taha Ali við tveimum málum lagt Helsingborg á odda 2-0.

 

Tá 32 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki var Viljormur so óheppin at beina bóltin í egið mál.

 

Komandi mánakvøld hevur Helsingborg heimadyst móti Norrköping.

 

Helsingborg liggur fjórðaftast í deildini við fimm stigum. Tó hevur Helsingborg fingið stig seinastu tríggjar dystirnar.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í Stokkhólmi í kvøld

 

##med2##