VIDEO: Viljormur leikt yvir 200 dystir fyri Vejle

(Video) Viljormur Davidsen hevur havt enn ein merkisdag sum Vejle-spælari

Fyri stuttum gjørdist Viljormur í Heiðunum Davidsen tann útlendski spælarin við flest dystum fyri besta liðið hjá Vejle. Metið var 182 dystir.

 

Nú hevur Viljormur rundað 200 dystir, og við 1-1 javnleikinum móti Viborg heima í Vejle ígjár hevur Viljormur leikt 201 dystir fyri besta liðið hjá Vejle. 

 

Dystarmetið hevur Gert Eg, ið leikti 509 dystir fyri Vejle millum 1973 og 1986.

 

Talan var um bert annað stigið hjá Vejle hetta kappingarárið, tá liðið leikti 1-1 móti Viborg ígjár, men nýggi høvuðsvenjarin hjá Vejle, Peter Sørensen gleðist um besta avrikið hjá Vejle hetta kappingarárið. Viljormur Davidsen fekk 63 minuttir á vøllinum áðrenn hann var skiftur út. 

 

Á videobrotinum HER ber til at síggja eina samrøðu Vejle Boldklub gjørdi við Viljorm Davidsen í samband við, at hann rundaði teir 200 dystirnar fyri besta mansliðið hjá felagnum: 

 

##med2##